Kópakonan

Kalsoy - info

FO: Túrurin byrjar í Klaksvík. Vit ganga norður til ferjuna Sam, ið skal føra okkum yvir á Kalsoynna. Komin á Syðradal, fara vit í bussin og koyra heilt norður á Trøllanes. Her vitja vit fyrsta "economuseum" í Føroyum, Mikkjalssmiðju. Her fáa vit eitt sindur av innliti í, hvussu ein jarnsmiður arbeiðir og síggja, hvussu amboð og lutir verða gjørdir. Eftir hetta fara vit til bóndahjúnini, Bárð og Maud. Vit sleppa at vitja fjósið og síggja, hvussu bóndalív á útoyggj gongur fyri seg. Síðani verður farið til Mikladals, har vit vitja Kópakonuna og hoyra søguna um hana. Matpakkan eta vit á Húsum og vitja síðani kirkjuna har. Haðani gongur leiðin aftur til Syðradals. Vit hoyra eitt sindur um 200 ára gomlu bygdina, áðrenn Sam aftur førir okkum yvir um fjørð til Klaksvíkar.

Prísur: kr. 600,-
Tíð: 8.00-15.30 (7,5 tímar)


DK: Turen begynder i Klaksvik, hvor vi går hen til færgen der skal sejle os til Kalsoy. Vi ankommer til Syðradal 20 minutter senere, hvor bussen venter på at køre os nord til Trøllanes. Her skal vi besøge det første economuseum på Færøerne, Mikkjals smedje. Her er der mulighed for at få indblik i hvordan det var at være jernsmed på udø, og se hvordan de lavede sine redskaber. Bagefter går turen til bondeparet Bárður og Maud. Her får vi mulighed for at besøge deres stald og få indblik i bondelivet på udø. Bagefter kører vi til nabobygden, Mikladalur. Her skal vi se statuen og høre fortællingen om Sælkvinden. Madpakken bliver spist i bygden Húsar, inden vi besøger den smukke kirke. Turen går videre til bygden Syðradal, der året før blev 200 år. Fra Syðradal sejler vi tilbage til Klaksvík.

Pris: 600 kr
kl. 08.00 - 15.30 (7,5 timer)