Kunning  um verkstovur

Skapandi verkstaður

Vit bjóða ein verkstað, har dentur verður lagdur á endurnýtslu t.d. at gera mappur/pungar av mjólkarpakkum og so serliga arbeiðinum við ull og steinum. Tað verður deilt upp, so møguleiki er at velja, hvat tit ynskja at arbeiða við.

Ein bólkur byrjar kl. 09:00 og ein kl. 10:30.

Melda til á stevnuni. Høll 1.


Býartúrur  í Klaksvíkini

Vit byrja við Bókasavnið/Kunningarstovuna. Túrarnir byrja kl. 09:00, kl. 09:45 og kl. 10:30.

Staðkendur ferðaleiðari vísir runt í býnum og greiðir frá kirkjuni, søgu og søgn og ymiskum, sum hoyrir Klaksvíkini til.

Ferðaleiðarin tosar norðurlendskt, um onnur enn føroyingar eru við á túrinum.

Melda til á stevnuni. Høll 1.


Kondibingo

Kondibingo er eitt stuttligt høvi í at røra seg, fáa upplivingar og síggja umhvørvið. Vit hittast við Tekniska skúlan einaferð ímillum kl. 09:00 og 11:30. Tit kunnu fara einsamøll ella í bólkum – ganga ella renna...tað er upp til tykkum.                                                                   Tit fáa eina bingoplátu og til ber at keypa fleiri fyri 10 kr. stk. Luttakararnir fylgja eini ávísari rutu à uml. 4 km. Á leiðini finna tit tøl, sum tit krossa av á tykkara plátu. Tá ið túrurin er at enda komin, hevur onkur vónandi fingið fulla plátu og vunnið ein bingovinning.

Ikki neyðugt at melda til.

 

Seiðaberg

Vit hittast við Bókasavnið/Kunningarstovuna á Biskupstøð, og ganga norð á Kósarbrúnna, sum er á eystara armi á víkini, tað tekur uml. 10 min. at ganga. Kósarbrúgvin er umleið 200-300 m. long, og har fiska tit. Øll, sum eru við, fáa ein bjargingarvest. Tit spjaða tykkum framvið brúnni, fáa hjálp við agni, húkum og snøri. Tit sleppa at fiska í uml. ein tíma.

Ein bólkur byrjar kl. 09:00 til 10:20 og næsti 10:40 til 12:00

Møguliga liggja nøkur skip ella bátar har, sum tit kunnu sleppa umborð á.

Vit vilja fegin hava ein vaksnan, sum kann hava ábyrgd av trimum børnum undir 12 ár.

Hvørt ár á Sjómannadegnum í august eru børnini til fiskikapping á Kósarbrúnni, og standa tey allan vegin fram við kaiini og fiska. Tað er eitt av hæddarpunktunum hjá børnunum, og tí vilja vit fegin bjóða tykkum at uppliva hetta.

Neyðugt at melda til luttøku. Høll 1.