Viðoy

Norðoyggjar - info

FO: Norðoyggjarnar eru tær seks oyggjarnar: Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy og Kalsoy. Á hesum túri síggja vit allar seks og vitja fimm teirra. Túrurin byrjar í Klaksvík og leiðin gongur við bussi gjøgnum teir nógv umtalaðu tunlarnar norður um fjall, til Hvannasund. Ritan førir okkum til tær tvær eystastu oyggjarnar, Fugloy og Svínoy. Vit vera verandi umborð og njóta útsýnið og oyggjarnar, meðan vit fáa okkurt smátt at eta og drekka. Høvi verður sjálvandi til at standa á dekkinum og taka myndir. Afturkomin til Hvannasunds, bíðar bussurin eftir okkum og koyrir okkum til Viðareiðis. Her vitja vit kirkjuna og síggja silvurið, sum bygdin fekk frá bretsku stjórnini. Vit eta somuleiðis matpakkan á Viðareiði, áðrenn leiðin gongur til Kunoyar. Her vitja vit hugnaligu viðarlundina, og sjálvandi mugu vit royna at klintra uppá stóra steinin, ið er ein av teimum størstu í Føroyum. Frá Kunoy síggja vit eisini yvir á Kalsoynna. Túrurin endar í Klaksvík.

Prísur: kr. 450,- 
Tíð: kl. 8.00-15.00 (7 tímar)


DK: Nordøerne repræsenterer de seks øer: Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy og Kalsoy. På denne tur ser vi dem alle seks, og besøger fem af dem. Vi begynder turen i Klaksvík og kører nordpå gennem de to små tunneler, der fører os til Hvannasund. Herfra sejler vi med passagerfærgen Ritan til de to yderste øer på Færøerne, Fugloy og Svínoy. Vi bliver på båden, sådan at vi får mulighed for at se begge øer. Ombord vil der være noget småt at spise og drikke, og der er mulighed for at gå på dækket for at tage nogen billeder. Tilbage i Hvannasund, kører vi længere nordpå, til den nordligste beboede bygd, Viðareiði. Her besøger vi kirken og får at se det sølv som bygden fik i gave fra den britiske regering. Vi spiser madpakke på Viðareiði, før turen går videre til Kunoy. Her besøger vi den charmerende park ovenfor bygden, hvor der er mulighed for at se hvem der klarer at klatre op på en at de største stene på Færøerne. Fra Kunoy har vi en flot udsigt over til Kalsoy. Turen slutter igen i Klaksvík.

Pris: 450 kr
kl. 08.00 - 15.00 (7 timer)