Seiðaberg

Vit hittast við Bókasavnið/Kunningarstovuna á Biskupstøð, og ganga norð á Kósabrúnna, sum er á eystara armi á víkini, tað tekur uml. 10 min. at ganga. Kósabrúgvin er umleið 200-300 m. long, og har fiska vit. Øll, sum eru við, fáa ein bjargingarvest, og tveir luttakarar skiftast um eina tráðu. Vit spjaða okkum framvið brúnni og sleppa at fiska í uml. ein tíma. Møguliga liggja nøkur skip ella bátar har, sum vit kunnu sleppa umborð á.

Vit vilja fegin hava ein vaksnan, sum kann hava ábyrgd av trimum børnum undir 12 ár.

Hvørt ár á Sjómannadegnum í august eru børnini til fiskikapping á Kósabrúnni, og standa tey allan vegin fram við kaiini og fiska. Tað er eitt av hæddarpunktunum hjá børnunum, og tí vilja vit fegin bjóða tykkum at uppliva hetta.

Neyðugt at melda til luttøku!!